Kommunuskatturin í 2009

12.01.2010

Vestmanna Kommuna fekk 33.115.354 kr í kommunuskatti í 2009, tað er um 6,8% minni enn í 2008, tá úrslitið var 35.545.562 kr. Størstu orsøkirnar til lækkaðu skattainntøkuna má vera minni virksemi í fiskivinnuni og færri skattaborgarar. Í miðal lækkaði kommunuskatturin í øllum landinum við 2,8%; okkara afturgongd er væl størri enn í flestu størru kommununum.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2009 mettu vit, at kommunuskatturin fór at vera 36.780.000 kr (38.100.000 kr við barnafrádrátti), í endurskoðaðu fíggjarætlanini varð metingin lækkað til 33.500.000 kr. Endaliga úrslitið gjørdist eitt sindur verri, tí skattainntøkan í bæði novembur og desembur gjørdist lakari enn vit væntaðu.