Kommunuskatturin í apríl 2013

02.05.2013

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í apríl 2013 enn sama mánaða í 2012. Í apríl 2013 fingu vit kr. 2.932.651 í mun til kr. 2.820.525 í apríl 2012; vøksturin er kr. 112.126, svarandi til 3,98%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir tó eina lækking á 2,39% í mun til 2012, svarandi til kr. 273.550.

Vit eru ikki nøgd við, at afturgongdin í skattainntøkunum hjá Vestmanna Kommunu ikki er steðgað, og fara at gera alt fyri at venda gongdini, so hon er positiv, tá árið endar.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum fyrsta ársfjórðing 2013 vóru misjavnar: Sunda +2,38%,, Vága +2,90% og Sørvágs Kommunur +1,79%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist -6,45% og -4,20%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar minni inn í skatti fyrsta ársfjórðing í ár í mun til í fjør: -2,22%, svarandi kr. 7.641.366.