Kommunuskatturin í apríl

01.05.2012

Apríl var eisini ein góður mánaður, hvat skattainntøku viðvíkur. Í apríl 2011 var kommunuskatturin 2.690.724 kr, meðan hann í apríl í ár er 2.820.525 kr; talan er um ein vøkstur upp á 4,82%. Í miðal var vøksturin fyri kommunurnar 3,41%.  Úrslitið í grannakommununum er misjavnt; Kvívíkar Kommuna hevði eina afturgongd upp á 3,33%, hinir grannarnir høvdu framgongd, Sørvágs Kommuna 2,36%, Sunda Kommuna 3,68%, Tórshavnar Kommuna 3,75% og Vága Kommuna 5,21%.