BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kommunuskatturin í august 2011

01.09.2011

Kommunuskatturin í august gjørdist væl betri í ár enn í fjør. Í fjør var kommunuskatturin í august 2.768.085 kr, og í ár er hann 3.084.582 kr; vøksturin er heili 11,44%. August í ár er rættiliga góður í nógvum kommunum, miðalvøksturin er 6,25%. Flestu grannakommunurnar hava framgongd í mun til sama mánað í fjør, Kvívíkar Kommuna 19,92%, Vága Kommuna 6,50%, Tórshavnar Kommuna 3,31%, Sunda Kommuna 0,81%; afturgongd á 2,47% er í Sørvágs Kommunu.

Vestmanna Kommuna er sera væl nøgd við úrslitið. Vit halda, at góða úrslitið í stóran mun kemur frá rættiliga støðugum arbeiði á Vestmanna Seafood í august.

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár er kommunuskatturin 0,76% lægri enn í fjør. Góð útlit eru fyri, at kommunuskatturin í 2011 verður hægri enn í 2010.