Kommunuskatturin í august 2012

04.09.2012

Kommunuskatturin í august í ár er nakað væl lægri enn sama mánað í fjør. Í ár fingu vit 2.828.040 kr, meðan vit í august í fjør fingu 3.084.582 kr; talan er um eina lækking upp á heili 8,32%. Úrslitið í ár er tó hægri enn í 2010, tá fingu vit 2.768.015 kr í kommunuskatti í august.

Kommunuskatturin hjá øllum kommununum í august í ár er 1,24% lægri enn í fjør. Hjá grannakommununum er úrslitið sera misjavnt; Kvívíkar Kommuna hevur stóra afturgongd 17,24%, meðan Tórshavnar Kommuna og Sunda Kommuna hava minni afturgongd, ávikavist 1,24% og 0,64%. Báðar Kommunurnar í Vágum hava framgongd, Vága Kommuna 7,82% og Sørvágs Kommuna 1,91%.

Fleiri aðrar størri kommunur høvdu eisini afturgongd, m.a. Fuglafjørður 9,53%, Klaksvík 8,73%, Nes 4,48% og Runavík 4,43%.

Vestmanna Kommuna undrast yvir, at kommunuskatturin bæði í juli og august hevur verið lægri í ár enn í fjør. Fiskaarbeiði hevur verið í summar, tað var tað ikki í fjør, vit skilja ikki rættiliga, hví hetta meirarbeiði ikki sæst aftur í skattainntøkuni.
Vit vænta tó framhaldandi, at skattainntøkan í 2012 verður góð; fyrstu 8 mánaðirnar hava vit fingið 2,78% meir enn í sama tíðarskeiði í fjør.