BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kommunuskatturin í august 2013 og higartil í ár

03.09.2013

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í august 2013 enn sama mánaða í 2012. Í august 2013 fingu vit kr. 2.945.883 í mun til kr. 2.828.040 í august 2012; vøksturin er á kr. 117.843, svarandi til 4,17%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina lækking á 0,94% í mun til 2012, svarandi til kr. 217.869.

Vit eru nøgd við skattin fyri august mánað, men ikki fyri samlaðu gongdina í 2013. Vónandi kemur henda positiva gongd í juli og august at halda áfram restina av árinum.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum fyrsta hesar fyrstu 8. mðr. 2013 vóru misjavnar: Sunda +1,96%, Vága +3,44% og Sørvágs Kommunur +3,63%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist +1,22% og -3,42%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar minni inn í skatti 8 teir fyrstu mðr. í 2013 í mun til í fjør: -1,17%, svarandi kr. 11.044.385

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu 8 mánaðirnar í 2013 samanborið við somu mánaðir í 2012:

 Álíkning 2012   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan. Kr.  2.607.245 kr. 2.592.512 kr.  -14.733    - 0,57
febr. kr.  2.853.530 kr. 3.061.679 kr.  208.149       7,29
mars kr.  3.178.473 kr.  2.599.381 kr. -579.092   - 18,22
apr.  kr.  2.820.525 kr.  2.932.651 kr.  112.126       3,98
mai kr.  2.934.780 kr.  2.791.525 kr. -143.255     - 4,88
juni kr.  3.000.859 kr.  2.864.048 kr. -136.811     - 4,56
juli kr.  2.929.198 kr.  3.147.102 kr.  217.904       7,44
august kr.  2.828.040 kr.  2.945.883 kr.  117.843       4,17 
Samlað  kr. 23.152.650 kr. 22.934.883 kr. -217.867     - 0,94