BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í desembur og fyri alt 2010

31.01.2011

Kommunuskatturin í desembur 2010 var 2.674.451 kr, hetta er eitt sindur hægri enn í 2009, tá var hann 2.663.232 kr. Talan er um eina hækking upp á 0,42%. Vit eru nøgd við, at skatturin er hægri enn í 2009, tí at onki arbeiði hevur verið á fiskavirkinum í desembur. Vit eru kortini eitt sindur bilsin um, at flestu aðrar kommunur hava væl størri vøkstur enn vit. Miðalvøksturin hjá kommununum var 7,42%, tá desembur 2009 verður borin saman við 2010.

Persónsskattainntøkan hjá Vestmanna Kommunu í 2010 var 33.543.116 kr, hetta er 1,29% hægri enn í 2009, tá var skatturin 33.115.354 kr. Miðalvøksturin hjá kommununum er 7,02%; orsøkin til minni vøksturin hjá okkum er helst, at arbeiði á fiskivirkinum hevur verið sera svikaligt, harumframt lækkaði fólkatalið nógv frá 2008 til 2009, og tað eru tí færri skattagjaldarar í 2010 enn 2009. Fólkatalið er tó vaksið nakað væl aftur í 2010.

Við ymsum reguleringum gjørdist persónsskattainntøkan í 2010 34.288.799 kr, hetta er um eina millión lægri enn mett í fíggjarætlanini, har vónaðu vit, at persónsskatturin fór at gerast 35.300.000 kr. Størsta orsøkin til úrslitið man vera, at arbeiðið á fiskavirkinum var væl minni enn í 2009.