Kommunuskatturin í desembur og fyri alt 2011

03.01.2012

Kommunuskatturin í desembur 2011 var væl hægri enn sama mánaða í 2010. Í 2011 fingu vit 2.911.557 kr ímóti 2.674.451 kr í 2010; vøksturin er 8,87%. Hetta er stórur vøkstur, tí kommunurnar høvdu í miðal eina afturgongd upp á 2,37% í mun til desembur 2010. Einans tríggjar smáar kommunur høvdu størri framgongd enn vit.

Flestu grannakommunurnar høvdu afturgongd, Sunda Kommuna 12,31%, Kvívíkar Kommuna 3,97%, Vága Kommuna 3,25% og Tórshavnar Kommuna 1,70%; Sørvágs Kommuna hevði framgond upp á 7,52%.

Samlaða inntøkan av kommunuskattinum í 2011 gjørdist 33.819.880 kr, í 2010 var úrslitið 33.543.116 kr; talan er tí um ein vøkstur upp á 0,83%. Í veruleikanum er upphæddin í 2011 nakað størri, tí ymsar reguleringar vórðu gjørdar, so vit fingu 34.543.116 kr.

Í endurskoðaðu fíggjarætlanini mettu vit, at kommunuskatturin fór at vera 35 mill. kr, úrslitið gjørdist eitt sindur lakari, men vit eru kortini væl nøgd. Eftir øllum at døma eru onkrar útreiðslur eisini lægri, tí vænta vit, at endaliga úrslitið verður nøkulunda sum mett.

Vit mugu staðfesta, at árið endaði rættiliga væl, og vit vóna, at tað er ein ábending um, at 2012 verður gott.