Kommunuskatturin í desembur og fyri alt 2012

10.01.2013

Kommunuskatturin í desembur 2012 var væl lægri  enn sama mánaða í 2011. Í desembur 2012 fingu vit kr. 2.696.070 ímóti kr. 2.911.557 í desembur 2011; minkingin er kr. 215.487, svarandi til -7,40%.

Samlaða inntøkan av kommunuskattinum í 2012 við reguleringum gjørdist kr.34.429.246, í 2011 var úrslitið kr.34.511.125, talan er tí um eina minking á 0,24% i mun til 2011.

Í endurskoðaðu fíggjarætlanini mettu vit, at kommunuskatturin fór at vera kr.  35,6 mill., úrslitið gjørdist eitt sindur lakari, men vit eru kortini nøgd.

Vit mugu staðfesta, at árið endaði ikki sum ætlað, men vit vóna at 2013 gerst munandi betur.