BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í februar 2011

02.03.2011

Kommunuskattainntøkan í februar var 2.588.243 kr í mun til 2.734.089 kr í februar í fjør, talan er um eina afturgongd upp á 5,33%. Afturgongdin fyri kommunurnar var í miðal 2,04%.

Vestmanna Kommuna er ikki bilsin av úrslitinum, tí vit høvdu væntað eina afturgongd, av tí at onki arbeiði hevur verið á fiskivirkinum, og skipini lógu stóran part av mánaðinum. Fleiri aðrar kommunur, sum eru tengdar at fiskivinnuni, høvdu afturgongd, fleiri teirra høvdu væl størri afturgongd enn vit; Runavík 6,88%, Fuglafjørður 11,07%, Kvívík 12,68%, Nes 13,70% og Hvalba 22,57%.

Higartil í ár er skattainntøkan hjá okkum 4,42% lægri enn í fjør.