BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Kommunuskatturin í februar 2012

02.03.2012

Vestmanna Kommuna fekk í februar í ár - eins og í januar - væl hægri kommunuskatt. Í februar í 2011 var kommunuskatturin 2.588.243 kr, meðan hann í ár er 2.853.530 kr, vøksturin er 265.287 kr ella 10,25%.

Flestu kommunur høvdu framgongd, samanlagt er framgongdin 6,83%. Skattainntøkurnar hjá grannunum eru misjavnar, Sunda og Sørvágs Kommunur høvdu afturgongd ávikavist 3,40% og 0,78%; framgongdin í Tórshavnar Kommunu var 1,14%, í Kvívíkar Kommunu 8,4% og í Vága Kommunu 11,88%.

Vit fegnast sjálvsagt um úrslitið, men undrast eisini á framgongdina, tí pedagogar og hjálparfólk hava ikki fingið lønina fyri verkfalstíðarskeiðið útgoldna enn.