Kommunuskatturin í februar 2013

08.03.2013

Vestmanna Kommuna fekk væl meira í kommunuskatti í februar 2013 enn sama mánaða í 2012. Í februar 2013 fingu vit kr. 3.061.679 í mun til kr. 2.853.530 í februar 2012; vøksturin er kr. 208.149, svarandi til 7,29%.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum í februar 2013 vóru misjavnar: Sunda +9,20%,, Vága +1,35% og Sørvágs Kommunur +6,25%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist -2,71% og -2,67%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar eitt vet minni inn í skatti í februar í ár í mun til í fjør: -1,17%. Verða skattainntøkurnar hjá kommununum fyrstu tveir mánaðirnar í ár sammettar við í fjør, vísur fyribilsuppgerðin frá TAKS, at føroysku kommunurnar samanlagt hava fingið slakar 100.000 krónur minni inn í skatti higartil í ár.
Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir tó eina hækking á 3,54% í mun til 2012, svarandi til kr. 193.416.

Vit eru sera væl nøgd við, at afturgongdin í skattainntøkunum hjá Vestmanna Kommunu sær út til at verða steðgað, og fara at gera alt fyri, at henda positiva gongdin kemur at halda áfram.