BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Kommunuskatturin í februar

Kommunuskatturin í februar var 2.734.089 kr, hetta er 5,77% lægri enn sama mánað í fjør. Talan er um eina rættiliga stóra lækking, men vit mugu hava í huga, at februar í fjør var ein av frægastu mánaðunum í 2009. Februar í ár er betri enn februar í 2007, 2006 og 2005, tá upphæddirnar eru umroknaðar til 23%.

Fleiri orsøkir eru óivað til lækkingina. 1. mars 2009 búðu 1.239 fólk í Vestmanna, 1. mars í ár eru vit 1.195, henda lækking má síggjast aftur í skattainntøkuni. Harumframt var arbeiðið á fiskavirkinum heldur óstøðugt fyrst í februar; uppsagnirnar hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna kunnu eisini hava gjørt mun.

Vit mugu eisini hava í huga, at skattainntøkurnar hjá Vestmanna kommunu fyrsta ársfjórðing í fjør vóru rættiliga góðar í mun til aðrar kommunur. 1. ársfjórðing í 2009 var lækkingin í skatti einans 0,45% í mun til sama tíðarskeið í 2008. Ársúrslitið var ein afturgongd upp á 6,84%. Vit kunnu tí ikki rokna við at síggja stórvegis framgongd fyrr enn í summar, heyst og vetur.

Vestmanna Kommuna væntar tó, at arbeiðið upp á røktarheimið fer at síggjast aftur í skattainntøkuni; harumframt vænta vit økt virksemi í fiskivinnuni í vár.