BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kommunuskatturin í januar 2010

08.02.2010

Vestmanna Kommuna fekk 2.540.370 kr í kommunuskatti í januar í ár, í fjør var upphæddin 2.502.186 kr, men tá var kommunuskatturin 22% ímóti 23% í ár. Um upphæddin frá í fjør verður umroknað, so hevði úrslitið við 23% verið 2.615.922 kr. Talan er tí um eina lítla afturgongd.

Størsta orsøkin til lækkingina er óivað, at vit vóru væl fleiri í januar í fjør enn í ár; 1. januar í fjør búðu 1.256 vestmenningar í bygdini, 1. januar í ár vóru vit einans um 1.195; hetta tal er tó hækkað nakað í januar, tí fleiri eru flutt í kommununa. Onnur orsøk til lækkingina er helst, at virksemið á fiskavirkinum hevur verið óstøðugt í januar.

Rentustuðulin í januar í ár er nakað væl lægri enn í januar í fjør, tá var hann 99.382 kr, og nú er hann 71.745 kr.