BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Kommunuskatturin í januar 2012

02.02.2012

Árið byrjaði væl hjá Vestmanna Kommunu. Skattainntøkan gjørdist 2.607.245 kr í mun til 2.453.077 kr í januar í fjør. Talan er um á ein vøkstur upp á 154.168 kr ella 6,28%. Vøksturin er stórur í mun til úrslitið í grannakommununum; í Kvívíkar Kommunu var afturgongd á 3,83%, hinir grannarnir høvdu framgongd, tó væl lægri enn vit. Sørvágs Kommuna 0,76%, Sunda Kommuna 2,43%, Tórshavnar Kommuna 3,6% og Vága Kommuna 4,07%; í miðal fyri allar kommunar var talan um framgongd upp á 3,05%.

Vit eru sjálvsagt væl nøgd við úrslitið, men vit ivast í, hví úrslitið er so gott. Hækkingin kann koma av, at vit eru fleiri skattgjaldarar í ár, enn somu tíð í fjør.