BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í juli og fyrra hálvár í 2013

20.08.2013

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í juli 2013 enn sama mánaða í 2012. Í juli 2013 fingu vit kr. 3.147.102 í mun til kr. 2.929.198 í juli 2012; vøksturin er kr. 217.904, svarandi til 7,44%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina lækking á 1,65% í mun til 2012, svarandi til kr. 335.712.

Vit eru nøgd við skattin fyri juli mánað, men ikki fyri samlaða kommunuskattin fyri fyrra hálvár 2013. Vónandi kemur henda positiva gongd í juli at halda áfram restina av árinum.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum fyrra hálvár 2013 vóru misjavnar: Sunda +2,02%, Vága +3,67% og Sørvágs Kommunur +4,07%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist -0,13% og -3,25%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar minni inn í skatti fyrsta hálváríð ár í mun til í fjør: -1,05%, svarandi til kr. 8.694.101.

Kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrra hálvár 2013 mð. fyri mð. sæst í talvuni niðanfyri:

 Álíkning 2012   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan. Kr.  2.607.245 kr. 2.592.512 kr.  -14.733    - 0,57
febr. kr.  2.853.530 kr. 3.061.679 kr.  208.149       7,29
mars kr.  3.178.473 kr.  2.599.381 kr. -579.092   - 18,22
apr.  kr.  2.820.525 kr.  2.932.651 kr.  112.126       3,98
mai kr.  2.934.780 kr.  2.791.525 kr. -143.255     - 4,88
juni kr.  3.000.859 kr.  2.864.048 kr. -136.811     - 4,56
juli kr.  2.929.198 kr.  3.147.102 kr.  217.904       7,44
Samlað  kr. 20.324.610 kr. 19.988.898 kr. -335.712     - 1,65