BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Kommunuskatturin í juni 2013

03.07.2013

Vestmanna Kommuna fekk minni í kommunuskatti í juni 2013 enn sama mánaða í 2012. Í juni 2013 fingu vit kr. 2.864.048 í mun til kr. 3.000.859 í juni 2012; minkingin er kr. 136.811, svarandi til 4,56%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina lækking á 3,18% í mun til 2012, svarandi til kr. 553.616.

Vit eru ikki nøgd við, at afturgongdin í skattainntøkunum hjá Vestmanna Kommunu ikki er steðgað, og fara at gera alt fyri at venda gongdini, so hon er positiv, tá árið endar.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum fyrsta hálvár 2013 vóru misjavnar: Sunda +2,09%, Vága +4,84% og Sørvágs Kommunur +2,8%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist -0,39% og -3,59%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar minni inn í skatti fyrsta hálvárí ár í mun til í fjør: -1,45%, svarandi kr. 10.210.267