BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Kommunuskatturin í juni 2011 og 1. ársfjórðingi

Kommunuskatturin í juni í ár gjørdist eitt sindur lægri enn sama mánaða í fjør. Í ár fingu vit 2.844.569 kr, í fjør var upphæddin 2.959.094 kr; afturgongdin er 3,87%. Í miðal fingu kommunurnar 0,55% meir í kommunuskatti enn í juni í fjør. Úrslitini eru ymisk, bæði Havnin og Sunda Kommuna høvdu afturgongd, og í Kvívíkar Kommunu var afturgongdin væl størri enn hjá okkum, har fingu teir 7,75% minni í kommunuskatti.

1. ársfjórðingur í ár gjørdist eitt sindur lakari enn í fjør, afturgongdin er 3,58%. Lítil ivi er um, at lítla arbeiðið á fiskavirkjunum er orsøk til afturgongdina. Væntandi verður okkurt fiskaarbeiðið hjá Vestmanna Seafood í juli og frameftir, og vit vænta eisini, at fiskaarbeiði fer at verða á Fiskavirkinum seinni í ár.