Kommunuskatturin í juni og fyrra hálvár í 2010

08.07.2010

Kommunuskatturin í juni var 2.959.094 kr, hetta er nakað lægri enn sama mánað í fjør, tá var skatturin 3.022.045 kr.

Kommunuskatturin fyrra hálvár í ár er 17.043.555 kr í mun til 17.208.528 kr í fjør. Lækkaða fólkatalið er óivað ein stór orsøk til munin. Onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna fyrra hálvár í fjør hevði lutfalsliga góðar skattainntøkur í mun til fleiri aðrar størri kommunur. Fyrra hálvár í 2009 høvdu vit eina afturgongd í skattainntøkuni upp á 3,10% í mun til sama tíðarskeið í 2008, meðan afturgongdin hjá Fuglafjarðar Kommunu var 6,47%, Sjóar Kommunu 5,44%, Runavíkar Kommunu 4,04%, Tvøroyrar Kommunu 4,03%, Nes Kommunu 3,91%, Sunda Kommunu 3,87% og Klaksvíkar Kommunu 3,40%.

Vit vænta, at skattainntøkurnar seinna hálvár verða væl betur enn í 2009, m.a. tí at fólkatalið verður meir sambæriligt, og tí skattainntøkurnar seinna hálvár í fjør vóru sera vánaligar.