BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kommunuskatturin í juni og fyrra hálvár í 2012

02.07.2012

Eins og allar mánaðirnar fyrr í ár var kommunuskatturin í juni hægri enn í fjør. Í juni í fjør fingu vit 2.844.569 kr, meðan skatturin í ár var 3.000.859 kr. Munurin er 5,49%; hetta er sera gott, tí í miðal var kommunuskatturin hjá kommununum í juni í ár einans 0,58% hægri enn í juni í 2011.

Úrslitið hjá okkum var væl betri enn í grannakommununum, einans Tórshavnar Kommuna hevði lítla framgongd 0,71%, hinir grannarnir høvdu afturgongd, Kvívíkar Kommuna -0,24%, Sunda Kommuna -2,19%, Vága Kommuna -5,35% og Sørvágs Kommuna -10,96%.

Fyrra hálvár royndist væl hjá Vestmanna Kommunu, framgongd hevur verið allar mánaðirnar í ár í mun til í fjør. Fyrra hálvár í fjør fingu vit 16.433.637 kr, í ár hava vit higartil fingið 17.395.412 kr; framgongdin er 5,85%. Í miðal hevur framgongdin hjá kommununum verið 2,34%, sostatt er framgongdin hjá Vestmanna Kommunu tvífalt so stór.

Vit fegnast sjálvsagt um góða úrslitið og vóna, at framgongdin stendur við. Útlit tykjast at vera fyri góðum skattainntøkum í ár.