BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í mai 2012

01.06.2012

Kommunuskatturin í mai varð eisini væl hægri í ár enn sama mánaða í fjør. Kommunuskatturin í mai í fjør var 2.834.016 kr, og í ár er hann 2.934.780 kr. Munurin í krónum er 100.764 kr ella 3,56%. Úrslitið er gott, tí miðalvøksturin í kommunuskatti var 2,19%.

Kommunuskatturin hjá grannakommununum í mai var misjavnur. Flestu grannarnir høvdu framgongd; Sunda Kommuna 5,61%, Vága Kommuna 3,22%, Sørvágs Kommuna 3,01% og Tórshavnar Kommuna 3,01%. Kvívíkar Kommuna hevði afturgongd 5,00%.

Framgongd hevur verið allar mánaðirnar higartil í ár. Samlaða framgongdin er 5,93%, av størru kommununum er tað einans Nes Kommuna, sum hevur størri framgongd (6,81%); í miðal høvdu kommunurnar eina framgongd upp á 2,71% fyrstu 5 mánaðirnar í ár.

Vestmanna Kommuna fegnast um úrslitið, og vit vóna, at góða gongdin heldur fram. Útlitini tykjast bjørt, tí væntandi verða fleiri nýggj arbeiðspláss í bygdini um stutta tíð.