BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Kommunuskatturin í mai og fyrstu 5 mánaðirnar

Vit fingu 2.833.172 kr í kommunuskatti í mai, hetta er um 135.000 kr minni enn í fjør. Samanborið við aðrar kommunur er úrslitið gott, tí hjá flestu kommunum royndist mai sera illa.

Sosialurin hevði í gjár eitt yvirlit yvir kommunuskattin fyrstu 5 mánaðirnar, flestu kommunur høvdu afturgongd, Skúvoyar kommunua hevði størstu afturgongdina – 19,27%. 7 av 30 kommunum høvdu framgongd, flestu teirra eru smáar kommunur. Størsta framgongdin tykist at vera í Kunoy, har er vøksturin 8,64%, talan er tó ikki um veruligan vøkstur, tí skattaprosentið í 2009 er 2% hægri enn í 2008.

Av størru kommununum er tað einans Sørvágs kommuna, sum hevur eitt betri úrslit enn vit. Sambært nevnda yvirliti í Sosialinum er afturgongdin í kommunuskattinum hjá okkum fyrstu 5 mánaðirnar 1,15%.
Til samanberingar kunnu vit nevna broytingarnar hjá grannakommununum: Kvívíkar kommuna –1,9%, Sunda kommuna –2,58%, Tórshavnar kommuna –1,8%, Vága kommuna –3,88% og Sørvágs kommuna +3,72%.