BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Kommunuskatturin í mars 2010

08.04.2010

Kommunuskatturin í mars var 3.075.007 kr, hetta er eitt vet hægri enn í fjør, tá var hann 3.062.391 kr. Havast má tó í huga, at skattaprosentið er hægri í ár enn í fjør, men havast má eisini í huga, at íbúgvatalið er væl lægri í ár enn í 2009 – 1.192 í mun til 1.240.

Skattainntøkan í mars í 2009 var hin hægsta nakrantíð fyri henda mánað; í ár er hon hin næsthægsta. Vit kunnu tí ikki lata illa at úrslitinum, hóast flestu aðrar kommunur hava eina væl hægri framgongd enn vit.