Kommunuskatturin í mars 2014 og higartil í ár

02.04.2014

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í mars 2014 enn sama mánaða í 2013. Í mars 2014 fingu vit kr. 2.949.176 í mun til kr. 2.599.381 í mars 2013; vøksturin er á kr. 349.795, svarandi til 13,46%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 5,54% í mun til 2013, svarandi til kr. 457.064.

Vit eru nøgd við skattin fyri mars mánað. Vónandi kemur henda positiva gongdin at halda áfram restina av árinum.

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu mánaðirnar í 2014 samanborið við somu mánaðir í 2013:


 Álíkning 2014   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan.  kr.  2.679.245  kr.  2.592.512  kr.   86.733       3,35
febr.  kr.   3.082.215  kr.   3.061.679  kr.   20.536       0,67
mars  kr.   2.949.176  kr.   2.599.381  kr. 349.795     13,46
apr. 



mai


juni



juli



aug. 



sept.


okt.



nov. 



des.


Samlað   kr. 8.710.636  kr.  8.253.572  kr.  457.064       5,54