Kommunuskatturin í mars

06.04.2011

Kommunuskatturin í mars í ár er 3.023.008 kr, hetta er eitt vet lægri enn í fjør, tá var hann 3.075.007 kr, talan er um eina lækking upp á 1,69%. Vit eru hampiliga væl nøgd við úrslitið, tí onki virksemi hevur verið á fiskavirkinum í mars. Harumframt er heta fyrstu ferð síðani mars í fjør, at skatturin er oman fyri 3 mió. kr. Í miðal var afturgongdin í kommunuskatti 1,06%.

Kvívíkar, Vága og Sørvágs Kommunur høvdu framgongd í mun til í fjør, meðan Sunda og Tórshavnar Kommunur høvdu størri afturgongd enn vit.