Kommunuskatturin í novembur 2010

14.12.2010

Kommunuskatturin í novembur í ár var 2.711.058 kr í mun til 2.713.536 kr sama mánað í fjør. Talan er sostatt nærum um sama skatt sum í fjør,  hann er 0,09% lægri. Kommunuskatturin í novembur var misjavnur eins og flestu aðrar mánaðir, størsta framgongdin var 47,30%, og størsta afturgongdin var -12,54%; í miðal var talan um framgongd upp á 9,04%. Orsøkin til heldur laka úrslitið hjá okkum er helst, at virksemið á fískavirkinum var lítið í novembur