BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í novembur 2012

07.12.2012

 

Vestmanna Kommuna fekk 2.722.897 kr í persónskatti í novembur í ár, hetta er 5,37% meir enn sama mánað í fjør, tá vit fingu 2.584.156 kr. Kommunuskatturin í novembur í ár hevur verið heldur misjavnur hjá kommununum, størsta lækkingin er 46,00%, og størsta hækkingin er 33,97%; í miðal var framgongdin í kommunuskattinum 1,66%.

Flestu grannakommunurnar høvdu framgongd, Kvívíkar Kommuna 10,63%, Sunda Kommuna 7,75%, Vága Kommuna 2,67% og Tórshavnar Kommuna 1,66%; afturgongd var í Sørvágs Kommunu á 6,01%.

Fyrstu 11 mánaðirnar hava vit fingið 31.873.866 kr í kommunuskatti, sama tíðarskeið í fjør fingu vit 31.452.059 kr; munurin er 1,34%.