BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Kommunuskatturin í oktober 2011

01.11.2011

Vestmanna Kommuna fekk 2.813.197 kr í kommunuskatti í oktobur í ár, hetta er væl hægri enn sama mánað í fjør, tá fingu vit 2.480.769 kr. Munurin er 332.428 kr ella 13,4%.

Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, tí tað er væl hægri enn miðal skattahækkanin, sum var 3,13%; einans 3 kommunur høvdu størri framgongd enn vit. Orsøkin til hækkanina er helst, at virksemi hevur verið á Vestmanna Seafood, at oktobur í fjør var heldur lakur, og at onkrar rættingar eru gjørdar hendan mánaðin.

Av grannakommunum høvdu Kvívíkar og Sunda Kommunur afturgongd, ávíkavist 10,67% og 6,58%; Sørvágs, Vága og Tórshavnar Kommunur høvdu framgongd, ávíkavist 6,88%, 9,4% og 4,97%.

Kommunuskatturin higartil í ár er nú 0,59% hægri í ár enn í fjør.