BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Kommunuskatturin í oktober 2013 og higartil í ár

04.11.2013

Vestmanna Kommuna fekk væl meira í kommunuskatti í oktober 2013 enn sama mánaða í 2012. Í oktober 2013 fingu vit kr. 3.103.724 í mun til kr. 2.660.460 í oktober 2012; vøksturin er á kr. 443.264, svarandi til 16,66%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 2,68% í mun til fyrstu 10 mánaðirnar í 2012, svarandi til kr. 763.035.

Vit eru avbera væl nøgd við skattin fyri oktober mánað. Vónandi kemur henda positiva gongd í oktober at halda áfram restina av árinum.

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu 10 mánaðirnar í 2013 samanborið við somu mánaðir í 2012:

 Álíkning 2012   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan. Kr.  2.607.245 kr. 2.592.512 kr.  -14.733    - 0,57
febr. kr.  2.853.530 kr. 3.061.679 kr.  208.149       7,29
mars kr.  3.178.473 kr.  2.599.381 kr. -579.092   - 18,22
apr.  kr.  2.820.525 kr.  2.932.651 kr.  112.126       3,98
mai kr.  2.934.780 kr.  2.791.525 kr. -143.255     - 4,88
juni kr.  3.000.859 kr.  2.864.048 kr. -136.811     - 4,56
juli kr.  2.929.198 kr.  3.147.102 kr.  217.904       7,44
august kr.  2.828.040 kr.  2.945.883 kr.  117.843       4,17 
september   kr.  2.612.171  kr.  3.149.811 kr.  537.640       20,58
oktober kr.  2.660.460 kr.  3.103.724 kr.  443.264       16,66 
Samlað  kr. 28.425.281 kr. 29.188.316 kr.  763.035       2,68