Kommunuskatturin í oktobur

Skattainntøkan í oktobur var eisini lægri í ár enn í fjør. Í ár fingu vit 2.561.802 kr í kommunuskatti, tað er um 10% minni enn sama mánað í fjør. Ein orsøk til rættiliga stóru lækkanina er helst, at lítið virksemi var á fiskavirkinum farna mánaða.

Fleiri kommunur eru eitt sindur í iva um skattatølini. Frægasta úrslitið í oktobur var ein framgongd upp á 12%, og kommunan, sum hevði lakasta úrslitið, hevði eina afturgongd upp á um 230%. Hetta seinasta talið tykist sera løgið.

Afturgongdin hjá okkum higartil í ár er um 5,8%, hetta er áleið tað sama, sum hjá fleiri øðrum miðalstórum kommunum. Í miðal er kommunuskatturin hjá øllum kommunum lækkaður 3,15% í ár. Her má havast í huga, at skatturin í Havn er 2,3% lægri, tað talið dregur miðaltalið rættiliga langt uppeftir.

Niðanfyri er stabbamynd, sum ber saman skattainntøkuna í 2008 og 2009. Har sæst, at mars er einasti mánaðin, sum er frægari í ár enn í fjør.

Vit hava borið 2009 saman við 2007, og vit eru komin fram til, at tað vóru yvir 100 skattgjaldarar fleiri í 2007 enn nú. Talan er bæði um fráflyting, og um fólk, sum guldu skatt her, men vóru skrásett aðrastaðni. Hetta kann vera ein orsøk til lækkingina í skattainntøkuni.

 

 

 

 

 

 

 

 

(Trýst á myndina fyri at gera hana størri)