BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Kommunuskatturin í september 2011

04.10.2011

Kommunuskatturin í septembur í ár var eitt lítið vet hægri enn sama mánaða í fjør. Í fjør fingu vit 2.978.851 kr og í ár 2.985.347 kr, vøksturin er 0,22%.Vit høvdu vónað størri vøkstur, men havast má í huga, at septembur í fjør var ein rættiliga góður mánaður, í septembur í 2009 var skatturin einans 2.685.548 kr.

Kommunuskatturin fyri allar kommunur var 2,56% hægri í septembur í ár enn í fjør. Inntøkurnar hjá grannakommununum vóru misjavnar; Kvívíkar Kommuna hevði eina afturgongd á 6,89%, Sunda Kommuna eina afturgongd á 1,6%, Tórshavnar Kommuna eina afturgongd á 0,59%, kommunurnar í Vágum høvdu rættiliga stóra framgongd, Vága Kommuna 12,39% og Sørvágs Kommuna 15,51%.