BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Kommunuskatturin í september 2013 og higartil í ár

03.10.2013

Vestmanna Kommuna fekk væl meira í kommunuskatti í september 2013 enn sama mánaða í 2012. Í september 2013 fingu vit kr. 3.149.811 í mun til kr. 2.612.171 í september 2012; vøksturin er á kr. 537.640, svarandi til 20,58%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 1,24% í mun til 2012, svarandi til kr. 319.771.

Vit eru avbera væl nøgd við skattin fyri september mánað. Vónandi kemur henda positiva gongd í september at halda áfram restina av árinum.

Skattainntøkurnar hjá grannakommununum fyrsta hesar fyrstu 9. mðr. 2013 vóru misjavnar: Sunda +2,20%, Vága +4,66% og Sørvágs Kommunur +4,13%. Kvívíkar og Tórshavnar Kommunur høvdu eina afturgongd á ávikavist +1,98% og -3,31%.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar minni inn í skatti 9 teir fyrstu mðr. í 2013 í mun til í fjør: -0,57%, svarandi kr. -6.030.314.

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu 9 mánaðirnar í 2013 samanborið við somu mánaðir í 2012:

 Álíkning 2012   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan. Kr.  2.607.245 kr. 2.592.512 kr.  -14.733    - 0,57
febr. kr.  2.853.530 kr. 3.061.679 kr.  208.149       7,29
mars kr.  3.178.473 kr.  2.599.381 kr. -579.092   - 18,22
apr.  kr.  2.820.525 kr.  2.932.651 kr.  112.126       3,98
mai kr.  2.934.780 kr.  2.791.525 kr. -143.255     - 4,88
juni kr.  3.000.859 kr.  2.864.048 kr. -136.811     - 4,56
juli kr.  2.929.198 kr.  3.147.102 kr.  217.904       7,44
august kr.  2.828.040 kr.  2.945.883 kr.  117.843       4,17 
september   kr.  2.612.171  kr.  3.149.811 kr.  537.640       20,58
Samlað  kr. 25.764.821 kr. 26.084.592 kr.  319.771       1,24