BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kommunuskatturin í september 2014 og higartil í ár

06.10.2014

Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í september 2014 enn sama mánaða í 2013. Í september 2014 fingu vit kr. 3.396.569 í mun til kr. 3.149.811 í september 2013; vøksturin er á kr. 246.758, svarandi til 7,83%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 7.36% í mun til 2013, svarandi til kr. 1.920.292.

Vit eru nøgd við skattin fyri september mánað. Vónandi kemur henda positiva gongdin at halda áfram restina av árinum.

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu mánaðirnar í 2014 samanborið við somu mánaðir í 2013:



 Álíkning 2014   Álíkning 2013   Munur í kr.   Munur í % 
jan.  kr.  2.679.245  kr.  2.592.512  kr.   86.733       3,35
febr.  kr.   3.082.215  kr.   3.061.679  kr.   20.536       0,67
mars  kr.   2.949.176  kr.   2.599.381  kr. 349.795     13,46
apr.   kr. 3.026.093  kr.  2.932.651  kr.   93.442       3,19
mai  kr. 3.176.700  kr. 2.791.525  kr. 385.175      13,80
juni  kr. 3.096.266  kr. 2.864.048  kr. 232.218       7,50 
juli  kr. 3.643.733  kr. 3.147.102  kr. 496.631      15,78
aug.   Kr. 2.954.887  Kr. 2.945.883  Kr.    9.004        0,31
sept.  kr. 3.396.569  kr. 3.149.811  Kr. 246.758        7,83
okt.



nov. 



des.


Samlað   kr. 28.004.884  kr. 26.084.592  kr. 1.920.292      7,36