Kommunuskatturin í september 2015 og higartil í ár

20.10.2015

Vestmanna Kommuna fekk minni í kommunuskatti í september 2015 enn sama mánaða í 2014. Í september 2015 fingu vit kr. 3.324.850 í mun til kr. 3.396.569 í september 2014; minkingin er á kr. 71.719, svarandi til 2,11%.

Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 2,83% í mun til 2014, svarandi til kr. 791.475.

Vit kundu ynskt okkum, at skattainntøkan fyri september mánað var betri. Men vónandi vendir gongdin aftur komandi mánaðirnar, so vit aftur fáa góðar skattainntøkur.

Í talvuni niðanfyri sæst kommunuskatturin hjá Vestmanna Kommunu fyrstu mánaðirnar í 2015 samanborið við somu mánaðir í 2014:



 Álíkning 2015 

 Álíkning 2014 

 Munur í kr. 

 Munur í % 

jan.

kr.  2.668.300

kr.  2.679.245

Kr.   10.945

    -0,41

febr.

kr.  3.415.655

kr.  3.082.215

kr. 333.440

   10,82

mars

kr.  3.309.340

kr.  2.949.176

kr. 360.164

   12,21

apr. 

kr.  3.247.883

kr.  3.026.093

kr. 221.790

     7,33

mai

kr. 3.061.579

kr. 3.176.700

kr. 115.121

    -3,62

juni

kr. 3.315.258

kr. 3.096.266

kr. 218.992

     7,07

juli

kr. 3.288.057

kr.  3.643.733

kr. 355.676

    -9,76

aug. 

kr. 3.165.437

kr.  2.954.887

kr. 210.550

     7,13

sept.

kr. 3.324.850

kr.  3.396.569

Kr.   71.719

   -2,11

okt.

 

 

 

 

nov. 

 

 

 

 

des.

 

 

 

 

Samlað 

Kr. 28.796.359

Kr. 28.004.884

Kr. 791.475

     2,83