BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kommunuskatturin í septembur og kunning um skattin higartil í 2010

04.10.2010

Vestmanna Kommuna fekk 2.978.851 kr í kommunuskatti í septembur í 2010, í fjør fingu vit 2.685.548 kr, talan er tí um ein rættiliga stóran vøkstur, hann er 10,92%. Vit eru sjálvsagt væl nøgd við framgongdina, men hon er lægri enn miðalframgogdin hjá kommununum; kommunuskatturin í septembur í ár var 13,33% hægri enn sama mánað í fjør.

1. ársfjórðing í ár var kommunskatturin 8.349.466 kr í mun til 8.465.949 kr í fjør, afturgongdin var 1,38%. 1. hálvár í ár var kommunuskatturin 17.043.555 kr í mun til 17.208.528 kr í fjør, afturgongdin var 0,96%. Nú er broyting komin í, fyrstu 9 mánaðirnar í ár er kommunuskatturin 25.676.838 kr í mun til 25.176.784 kr sama tíðarskeið í fjør, hetta er ein framgongd upp á 1,99%. Vit mugu tó hava í huga, at skattaprosentið er hægri í ár enn í fjør, tí er ikki enn talan um veruliga framgongd.

Niðanfyri sæst, at serliga august og septembur í ár hava verið góðir. Ein orsøk til hetta er, at rættiliga stór fráflyting var summarmánaðirnar í fjør; í septembur í fjør vóru vit um 1.200 íbúgvar, í ár eru vit um 1.220.

Um verandi gongd heldur fram, so fara inntøkumetingarnar í fíggjarætlanini at halda, í besta føri verður talan um lítla meirinntøku.