BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kommunuskatturin niður og barnafrádrátturin upp

11.11.2015

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 9. november 2015 fíggjarætlanina fyri Vestmanna Kommunu fyri 2016. 

Frá 1. januar komandi ár lækkar kommunuskattaprocentið úr 22% niður í 21,5%.

Barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000 og verður sostatt kr. 5.000.

Foreldragjøldini til barnaansing vera tey somu: kr. 1.800 fyri dagstovnapláss og kr. 1.100 fyri frítíðarstovupláss.

Um ársskiftið 2015/2016 verður samlaða skuldin hjá Vestmanna Kommunu komin niður á 30 mió kr. 

Í 2016 er ætlanin at gera fleiri ábøtur á bæði bygningar, vegir o.a., sum hava verið niðurraðfest tey seinastu árini orsakað av bygging av fyrst Heiminum á Grønanesi og síðani Læknamiðstøðini. 

Arbeiði at seta í verk 2016 eru m.o. hesi:

Asfaltering og vegagerð    kr. 6.000.000
Havnin, umvælingar       kr. 1.250.000
Skúlin (tak, ljóðdoyving, vindeygu, brúgv, svimjihylur o.a.) láss.   kr. 935.000
Hylurin við John´sa handil   kr. 400.000
Kloakkir   kr. 300.000
Stigabilur   kr. 300.000
John´sa handil, umvælingar innan og uttan   kr. 200.000
Sýslumanshúsini, tak o.a.    kr. 300.000
Barnagarðar: útlufting og uttanumøki  kr. 150.000
Kirkjugarðar, ljós o.a.  kr. 150.000
Liðugtgerð av plássinum har Geilin stóð   kr. 150.000 
Projektering av 2. parti av útstykkingini uppi í Vestri   kr. 150.000
Telduútbúnaður til Skúlan  kr. 100.000