BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Konsert í Vektarbúðini við Christinu Eriksen og Hera Olsen

06.06.2017

Nú hóskvøldið kl. 20.00 verður konsert í Vektarbúðini við Christinu Eriksen og Hera Olsen

Christina hevur við síni sermerktu rødd fleiri ferðir prógvað‚ at hon kann røra hjartastreingir. Heri er ein sera dugnaligur og royndur tónleikari, ið hevur spælt guitar og sungið nógv tey seinastu árini - bæði einsamallur, og saman við øðrum. Tey bæði hava spælt saman í umleið 2 ár, og spæla tey coverløg - bæði føroysk og útlendsk.

Atgongumerki á 50 kr. fáast við dyrnar, sum lata upp kl. 19.
Avmarkað atgongd.
Í steðginum verður drekkamuður til keyps í íbúðini.