BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Konsert í Vestmanna Kirkju 1. sunnudag í advent

25.11.2014

Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tær vælumtóktu adventskonsertirnar, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri og Vestmanna Sangkóri.

Sunnudagin 30. november, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður konsert í Vestmanna kirkju klokkan 19, har Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær nýggjar gestasangarar at hjálpa sær.

Í ár hevur kórið fingið Bergtór Bjarkhamar og Nicolinu á Kamarinum at luttaka, so alt skuldi tekna til, at hetta verður ein hugnalig løta í Vestmanna kirkju sunnudagin.