BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Konsert við Boys in a Band

18.07.2008

Leygardagin 19. juli kl. 7. á morgni verður konsert við Boys in a Band á Reyða Torgi.

Konsertin er partur av eini konsertferð kring alt landið. Teir byrja í Havn fríggjadagin og við hjálp frá bili, tyrlu, báti, motorsúkklu, skateboard og renniskóm fara teir at spæla 24 konsertir á 24 ymsum støðum uppá 24 tímar. Endað verður í G! Mini klokkan 18.45, leygardagin 19. juli.

Hetta verður gjørt í sambandi við teirra fyrstu fløguútgávu, Black Diamond Train, sum kemur í handlarnar leygardagin 19. juli.

Konsertferðin verður filmað, og ætlanin er, at hetta verður givið út seinni í ár.