BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Konsert við Guðrið Hansdóttir og Annemarie Zimakoff

Fríggjakvøldið 1. juli '11 klokkan 20 verður stór dupult útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir og Annemarie Zimakoff á Staðnum.

Fyrr í mánaðinum gav Guðrið sína triðju útgávu, Beyond the Grey út. Tónleikastílurin er nú meira fólkatónleikur og sungið er á bæði enskum og føroyskum.
Guðrið hevur vunnið heiðurin sum Ársins kvinnuligu sangari og "Ársins fløguútgávu" á Planet Awards.

Annemarie Zimakoff er úr Danmark. Fløgan, ið hon gav út í 2010 The Girl Without Music, fekk sera góð ummælir, og m.a. fekk hon 4 stjørnur í tónleikablaðnum Gaffa og tónleikur hennara er nógv spældur í donskum útvarpsrásum.

Gleðið tykkum til at hoyra tveir serstakir sangskrivarar á Staðnum nú fríggjakvøldið 1. juli kl. 20.00.

Atgongumerki á 100 kr.