Konsert við John Carter Cash fríggjakv. 23. aug. kl. 20

21.08.2013

Fríggjakvøldið 23. august 2013 kl. 20 hevur John Carter Cash konsert í Vektarbúðini.

John Carter Cash fer at syngja kend løg hjá pápa sínum og egin løg. Eisini fer hann at siga frá sínum hendingarríka lívi, sum millum annað hevur lagað seg soleiðis, at hann í dag er ein væl umtóktur og virdur tónleikaframleiðari, filmframleiðari, sangari og rithøvundi.

John Carter Cash hevur millum annað vunnið eina Grammy fyri at hava framleitt tónleik hjá mammu síni, og hann var eisini framleiðari til filmin “Walk the line” um pápan Johnny Cash.

Atgongumerki á 200 kr. verða seld í forsøluni á Kommunuskrivstovuni.