BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Konsert við Konqueror á Staðnum

06.12.2011

Metal-bólkurin Konqueror og Jóna Olsen fara at hava konsert á Staðnum hóskvøldið 8. desember - 11.
Byrjað verður kl 20 við Jónu Olsen, og kl 20.30 byrja Konqueror.
Møguleiki verður eisini fyri at keypa Konqueror t-shirtina, 150 kr.

Konqueror varð stovnaður í desember 2010, og er mannaður av fimm ungum monnum í aldrinum 19 til 22 ár.
Dávid Reinert Petersen - Sangari
Heini Djurhuus - Guitar
Erland Joensen - Guitar
Jafet (Joey) A. Olsen - Bass og kór
Jaspur Jan Olsen - Trummir

Bólkurin er ein aktivur konsert bólkur, og bólkurin hevur spælt konsertir saman við bólkum sum Sic, The Happening og The Apocryphal Order.
Umframt konsertir, so er Konqueror eisni i gongd við at skriva sangir til eina fløgu, sum ætlanin er at innspæla á vári í 2012.