BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Konsertir í Miðvági, Vestmanna og Hoyvík

27.02.2015

Um vikuskiftið fara Vágakórið, Vestmanna sangkór, urguleikarin Petur Martin Jóhannesen og blásikvartettin, Tám, mannað við Súsonnu Joensen, floytu, Bjarna Berg, klarinet, Otriel Nygaard, klarinet og Eiriki Skála, basklarinet, at hava tríggjar konsertir.

Høvuðsverkið á skránni er Missa Brevis av týska tónaskaldinum Johann Stehle, og verdur tað framført av kóri, urgu og blásikvartet við leiðslu av Gudmund Mortensen.

Missa Brevis er ein stutt messa við fimm satsum, og eru orðini tikin úr tí katólsku messuni: Kyrie – Gloria – Credo – Sanctus og Benedictus og Agnus Dei.

Á konsertunum verður haraftrat tónleikur fyri blásikvartet og urgu, og kórið fer eisini at syngja tríggjar føstusálmar við leiðslu av Benjamin Gásadal.

Konsertirnar verða:
Í Miðvágs kirkju leygardagin 28. februar kl. 17.
Í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. mars kl. 16.
Í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið 1. mars kl. 19.30.