BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Konsertir komandi vikurnar

21.10.2013

Seinastu mánaðirnar hevur verið skipað fyri fleiri væleydnaðum tiltøkum til frama fyri trivnaðin í Vestmanna.
Serliga er tað hugnaliga Vektarbúðin, sum hevur verið karmur um bæði konsertir og málningaframsýningar.
Undirtøkan hevur verið sera góð, og tað sama við afturmeldingunum.

Hesar komandi vikurnar eru tríggjar konsertir á skránni:

Í Vektarbúðini fríggjakvøldið 25. okt. kl. 20 syngur Hanus G. Johansen sangir við tekstum eftir Pól F. og Hans Jacob Kollslíð hugleiðir um mannin Pól F. Joensen.

Dagin eftir leygardagin 26. oktober kl. 16 verður konsert á Staðnum við ongum minni enn Beinir og teimum frá Kularøtum.

Tríðja konsertin, sum er á breddanum, verður við Stanley Samuelsen. Stanley framførir í Vektarbúðini hóskvøldið 14. november kl. 20.

Forsøla av atgongumerkjum verður á Kommunuskrivstovuni, og byrjar týsdagin 22. oktober.