BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Konsertir við Tarira

18.11.2014

Sjálvt um jólini nærkast í hvørjum, verða hvørki bjølluljóð ella nissutramp at hoyra, tá Tarira undir leiðslu av Kára Bæk hevur kirkjukonsert í Vestmanna kirkju leygardagin 29. nov., kl.16, og í Vesturkirkjuni í Havn mikukvøldið 3. des., kl.20.

Harafturimóti er takksemið á skránni við tøkk fyri ljósið og fyri sjálva vónina um, at ljósið vendir aftur. Skráin er sett saman av modernaðum kórtónleiki og samtíðarkórtónleiki, umframt at Christina Andersen tekur lut sum gestatónleikari - hon fer at spæla saxofon og fagot á konsertini.

Kórtónleikurin, sum verður framførdur, er í fleiri førum skrivaður til bíbilskar tekstir. Tað er kórleiðarin, Kári Bæk, sum eisini er tónaskald, ið hevur skrivað stóran part av tilfarinum, ið kórið hevur vant hetta seinasta tíðarskeiðið. Kórið framførir m.a. dramatiska kórverkið hjá Kára Bæk, In principio erat verbum, sum er komponerað yvir grundleggjandi tekstin um orðið, sum var Guð, og sum endar við vónríku regluni: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí”. Tarira framførir eisini vakra kórverkið Visitatio við teksti frá Lukasar Evangelium 1:42-45, sum snýr seg um heilagu løtuna, tá Maria og Elisabeth hittast, báðar við barn.

Sjálvt um jólasangir ikki fylla tað stóra í skránni, er jólaundrið týðandi partur í mystiska og intensa verkinum hjá Francis Poulenc, O Magnum Mysterium. Umframt tey religiøsu verkini hevur Kári Bæk eisini brúkt yrkingar hjá Williami Heinesen sum tekststøði í tveimum sangum, sum snúgva seg um ljósvónir í myrkrinum, har tónarnir á dramatiskan, frásagnarligan hátt lýsa ovfarakætið hjá yrkjaraegnum, tá stjørnuleysa myrkrið umbroytist til sólskygdan morgun. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertirnar í Vestmanna Kirkju og í Vesturkirkjuni.