BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Koyringin hjá Bygdaleiðum

Vestmanna Kommuna hevur fingið nógvar spurningar á heimasíðuni, um nær Bygdaleiðir fara at koyra út aftur í Flatabø, nú tann eina bungan í Útibø er beind burtur.

Eitt sindur av orðaskifti hevur síðani verið, um nú eftirverandi bungurnar standa mát við fyrisett mát. Hesum hevur asfaltfyritøkan, sum gjørdi bungurnar, nú váttað.

Í samband við avtaluna við Strandfaraskip Landsins varð avtalað, “at ábøtur verða gjørdar á vegbreytina á sama stað, so at vegurin verður eins høgur og uttanum”. Hetta merkir, at asfalterast skal í aftur skurðirnar, har mittasta bungan stóð, og at niðara borð ímillum eftirverandi bungur verður lappað, har lagdir eru komnar í.

Hetta arbeiði byrjar ætlandi í næstu viku og tekur 3 dagar.

Tá hetta er gjørt, skuldi avtalan við Strandfaraskip Landsins um uppafturtøku av koyringini hjá Bygdaleiðum út í Flatabø, frá kommununnar síðu verið hildin!

Spurningarnir á heimasíðuni verða á henda hátt svaraðir, og tí ikki svaraðir í “Spyr bara”.