BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kunnandi fundur um vegleiðandi fólkaatkvøður

Týskvøldi 15. januar, kl. 20.00, skipaði kommunan fyri kunnandi fundi um vegleiðandi fólkaatkvøðurnar, sum lýstar eru at verða samstundis sum løgtingsvalið leygardagin 19. januar.

Eini 250 fólk vóru møtt í skúlaauluni.

Hilmar Høgenni frá Innlendismálaráðnum greiddi fyrst frá løgtingslóg nr. 12. frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur.

Lógin sæst her: http://www.logir.fo/foldb/llofo/2007/0000012.htm

Hilmar greiddi m.a. frá, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur sambært grein 2, stk. 2, í lógini saman hava valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3 (Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur), eindini 4 (t.e. Tórshavnar kommuna) ella eindini 5 (Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur).

Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.

Síðani varð frá kommununnar síðu greitt frá, at umframt fólkaatkvøðuna um samstarvsøki, hevur bygdarráðið eisini valt at spyrja íbúgvarnar í Vestmanna, um Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu leggja saman til eina kommunu.

Atkvøðuseðlarnir vórðu varpaðir uppá veggin, og greitt varð frá teimum.

Tá framløgurnar vórðu lidnar, var høvi at seta spurningar ella gera viðmerkingar. Nógv vóru tey, sum nýttu henda møguleika, og Hilmar Høgenni og umboð fyri kommununa svaraðu spurningunum.