BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kunngerð um fólkatingsvalið 15. sept. 11

02.09.2011

Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 9.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 13. september 2011.

Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi mánadagin 12. september 2011 kl. 15.00.

Valkort
Valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi 13. september 2011 kl. 15.00.

Vestmanna, 1. september 2011

Vestmanna Kommuna