BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
KORT
VEÐRIÐ
Kunngerð um fólkatingsvalið 18. juni 2015
08.06.2015
Kunngerð
um fólkatingsvalið 18. juni 2015
Atkvøtt
verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 9.00 til 20.00, ella so
leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar,
ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða
á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 16. juni 2015.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.
Heimaval
Veljarar,
sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á
valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf.
770 102, í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2015 kl. 15.00.
Valkort
Valkort til fólkatingsvalið verða send øllum
teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort
við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuni, tlf. 770
102, í seinasta lagi 16. juni 2015 kl. 15.00.
Vestmanna, 8. juni 2015
Vestmanna Kommuna
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)