BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Kunngerð um løgtingsvalið 1. september 2015

25.08.2015

Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. 

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 31. august 2015.

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100, í seinasta lagi mánadagin 31. august 2015 kl. 12.00.

Valkort
Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100, sum skjótast.

Valstýrið í Vestmanna
Vestmanna, 21. august 2015